Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið | Skrásettir grannskoðarar

Kunning

Firm Announcements and Law Updates

Innbjóðing til móttøku 12. januar

 
123_Utsynid.png

Roknskaparfelagið 25 ár. Nýggjur partnari og stjóri

Í desember vóru 25 ár síðani Olaf Frits Joensen byrjaði sítt virksemi og stovnaði Roknskaparfelagið. Í januar tekur Tórur við Áir við sum stjóri saman við Olaf Frits Joensen og verður samstundis nýggjur partnari í felagnum. Sostatt eru nú tveir skrásettir grannskoðarar í Roknskaparfelagnum, og førleikarnir og arbeiðskorkan styrkt munandi til at vaksa og veita kundunum eina dygdargóða tænastu.

Í hesum sambandi verður móttøka í Roknskaparfelagnum J.C. Svabosgøta 48 fríggjadagin 12. januar kl. 15-17 fyri kundum, samstarvsfelagum, familju, kenningum og øllum áhugaðum. 

Tórur við Áir tók prógv sum skrásettur grannskoðari á heysti 2017 og hevur drúgvar royndir innan grannskoðan, skatt, bókhald og vinnuliga ráðgeving.

Vónandi síggjast vit.

Vinarliga
Olaf Frits Joensen og Tórur við Áir

Olaf.jpg
0K5A3188.jpg
 
Allan Dalsgarð