Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið | Skrásettir grannskoðarar

Kunning

Firm Announcements and Law Updates

Vit søkja eftir tveimum grannskoðaranæmingum

 

Grannskoðaranæmingar til lønta útbúgving

Roknskaparfelagið søkir eftir tveimum ungum, dugnaligum og fryntligum starvsfelagum, at byrja eina lønta útbúgving innan grannskoðarayrkið. Vit bjóða tær møguleikan at taka eina sjálvstøðuga búskaparliga útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum og lýkur krøvini, ið verða sett í okkara grannalondum.

Starvið

Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskap, bókhald, MVG, skatt, ráðgeving og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Samstundis sum tú arbeiðir hjá okkum, tekur tú útbúgving í HD í roknskapi og føroyskum skattarætti. Bæði arbeiði og útbúgving eru sera tíðarkrevjandi og arbeiðstíðirnar skiftandi.

Tínir førleikar

Kravið er, at tú hevur HH prógv ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.

Vit bjóða

Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Vit stuðla tær í útbúgvingini við at gjalda fyri luttøkugjald, bøkur o.a. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Tá ið útbúgvingin í HD í roknskapi er liðug, hevur tú møguleika at halda áfram at lesa til cand. merc. aud. sum er ástøðiliga útbúgvingin til løggildan grannskoðara. Tað kann gerast við at taka útbúgvingina sum fjarlestur, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum. Eisini er møguleiki fyri fulltíðarlesnaði uttanlands.

Eftir lokna cand. merc. aud. útbúgving, saman við neyðugum starvsroyndum, er møguleiki at gerast góðkendur grannskoðari.

Umsókn

Umsóknir við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu sendast til roknskap@roknskap.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. juli 2018

Hevur tú spurningar kanst tú venda tær til Tórur við Áir, torur@roknskap.fo ella Olaf Frits Joensen,  olaf@roknskap.fo ella á tlf. 309400

Um okkum

Vit arbeiða í tøttum samstarvi við okkara kundar og leggja okkum hvønn dag eftir at veita eina dygdargóða og skjóta tænastu, soleiðis at allir okkara kundar - stórir sum smáir - kenna seg virðismettar. Vit veita allar vanligar roknskapartænastur innan grannskoðan og bókhald og nógvir av okkara kundum velja at leggja teirra bókhald í tryggar hendur hjá Roknskaparfelagnum.  

Hjá Roknskaparfelagnum starvast sjey fólk, harav tveir skrásettir grannskoðarar.