Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið | Skrásettir grannskoðarar

Kunning

Grannskoðari til Roknskaparfelagið

 

Roknskaparfelagið søkir eftir grannskoðara at byrja 1. september 2019

Starvið

Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskap, skatt, ráðgeving og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Samstundis sum tú arbeiðir hjá okkum, hevur tú møguleika at taka víðari útbúgving at gerast góðkendur grannskoðari.

Tínir førleikar

Kravið er, at tú hevur eina Cand. Merc. Aud. ella HD-R útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni. Viðkomandi royndir innan fakøkið er ein fyrimunur.

Vit bjóða

Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Í starvinum fært tú somuleiðis eitt breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist

Umsóknir við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2019. Starvið verður eftir ætlan sett frá 1. september 2019.

Umsóknir skulu sendast til roknskap@roknskap.fo ella

Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f
J. C. Svabosgøta 48
Postboks 2210
FO-110 Tórshavn

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til okkum á tlf. 309400. Tórur við Áir, skrásettur grannskoðari, torur@roknskap.fo ella Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, olaf@roknskap.fo

Um okkum

Roknskaparfelagið er ein góðkend grannskoðarafyritøka, sum hevur til endamáls at veita dygdargóðar tænastur í sambandi við grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg, skatt og ráðgeving. Vit leggja stóran dent á yrkisliga dygd og tætt samskifti við okkara kundar.


 
Allan Dalsgarð