Grannskoðaranæmingur
- gunnar496
- Apr 30
- 1 min read
Droymir tú um eina spennandi framtíð innan grannskoðan og roknskap?
Vit leita eftir einum ungum og ágrýtnum grannskoðaranæmingi, sum vil sleppa beint út í arbeiðið og læra frá teimum bestu.
Sum grannskoðaranæmingur fert tú at arbeiða við ársroknskapum, skatti, ráðgeving og grannskoðan hjá føroyskum og altjóða kundum. Samstundis tekur tú útbúgvingina HD í roknskapi – og vit stuðla tær allan vegin.
Vit vænta av tær:
Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum
Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi
Møguleika at lesa víðari til cand. merc. aud. og fáa eina sterka fakliga útbúgving
Løn eftir avtalu
Umsókn:Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2025.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo.
Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.
Um okkum:Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.
