Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið | Skrásettir grannskoðarar
123_kontor vid utsynid.jpg

Søgan

Um felagið

 
 

Roknskaparfelagið

Felagið byrjaði sítt virksemi í 1984 á Eiði sum eitt einstaklingavirki, ið átók sær bókhald og roknskaparhjálp.

Í 1988 flutti skrivtovan til høvuðsstaðin vegna økt virksemi og hevur felagið líka síðani verði ein virkin partur av føroyska vinnulívinum. Í tráð við økta virksemið var felagið umskipað til eitt smápartafelag í 1992 og fekk sær navnið Roknskaparfelagið.

Virksemið vaks støðugt gjøgnum 90’ini og á vári 2006 flutti felagið í egna skrivstovu í Hornabø, har felagið enn heldur til.

Roknskaparfelagið er í dag ein fyritøka, sum hevur til endamáls at veita dygdargóðar tænastur í sambandi við grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg, skatt og ráðgeving. Vit leggja stóran dent á yrkisliga dygd og tætt samskifti við okkara kundar.

Í dag starvast sjey fólk í Roknskaparfelagnum.