Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið | Skrásettir grannskoðarar
123-ringbind_blur.png

Tænastur

Tænastur

 

Grannskoðan

Roknskaparfelagið hevur hollar royndir innan grannskoðan á høgum støði, og veita vit grannskoðan til smápartafeløg, partafeløg, íverksetarafeløg, ítrottafeløg, áhugafeløg, grunnar og onnur.

Harumfram veita vit aðrar grannskoðanartænastur, eitt nú víðkaða gjøgnumgongd og review av roknskapum og perioduroknskapum, skattafría umskipan frá Fa. til Sp/f, stovnan og avtøku av feløgum og annað.

Við eini grannskoðanarátekning frá Roknskaparfelagnum tryggjar tú tær eitt høgt fakligt støði.


Bókhald

Roknskaparfelagið hevur drúgvar royndir við at umsita bókhald fyri feløg í nærum øllum vinnugreinum. Vit føra dagliga bókhaldið, avstemma debitorar og kreditorar, avstemma og avgreiða MVG, umframt ráðgeving til dagliga raksturin hjá felagnum, um tørvur skuldi verði á tí. Tá vit føra bókhald fyri okkara kundar, tryggja vit eitt høgt fakligt støði í bókhaldinum og at felagið heldur ásettar reglur og vegleiðingar til bókhaldstilfar.

Lat okkum gera tað, sum vit duga, so tú kanst savna teg um at reka tína fyritøku.


Skattaráðgeving

Roknskaparfelagið veitir ráðgeving innan skatt bæði til virkir og privat.

Vit ráðgeva feløgum í skattligum avleiðingum av keyp og sølu av bygningum, feløgum, virðisbrøvum, umskipan, ættarliðsskifti v.m.

Vit ráðgeva persónum við skattskyldugu inntøkunum tá tey arbeiða uttanlanda, viðgera skattligu avleiðingarnar av fríum ágóðum og vit hava holla vitan um persónsskatt í Føroyum.


Ráðgeving innan vinnu

Harumframt veita við ráðgeving innan flest øll vinnulig økir:

  • Stovna felag (ÍVF, Sp/f ella P/F)
  • Rakstrar-, fíggjar og peningastreymsætlanir
  • Leiðslu- og fíggjarráðgeving
  • Keyp og søla av virksemi og feløgum v.m.
  • Uppathald, konkurs og uppgerð av feløgum og virksemi
  • Samanlegging og kloyving av feløgum
  • Onnur vinnulig ráðgeving og hjálp


FAS

Roknskaparfelagið hevur drúgvar royndir við at grannskoða og føra bókhald fyri feløg í FAS skipanini. Vit hjálpa okkara kundum við ásettu krøvunum til umsiting og grannskoðan í Føroyum og eru ein sterkur samstarvsfelagi í dagliga rakstrinum hjá okkara kundum.