Sipping Coffee Portrait

ERT TÚ ÍVERKSETI?

Fá góð ráð og svar upp á tínar spurningar her

 
hero.png

TÍTT VIRKI Í TRYGGUM HONDUM

Hjá Roknskaparfelagnum er títt bókhald og roknskapur í tryggum hondum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við okkara kundar og leggja okkum hvønn dag eftir at veita eina dygdargóða og skjóta tænastu, soleiðis at allir okkara kundar - stórir sum smáir - kenna seg virðismettar. Vit veita allar vanligar roknskapartænastur innan grannskoðan og bókhald og nógvir av okkara kundum velja at leggja teirra bókhald í tryggar hendur hjá Roknskaparfelagnum.

TÆNASTUR

Roknskaparfelagið veitir allar tænastur innan roknskap, bókhald, grannskoðan og ráðgeving. Lat okkum gera tað, sum vit duga, so tú kanst savna teg um at reka tína fyritøku.

Binder and Files

GRANNSKOÐAN

Vit veita grannskoðan til smápartafeløg, partafeløg, íverksetarafeløg, ítróttafeløg, áhugafeløg, grunnar og onnur. 

  • Víðkað gjøgnumgongd og review av roknskapum og perioduroknskapum

  • Skattafría umskipan frá Fa. til Sp/f

  • Stovnan og avtøka av feløgum


Við eini grannskoðanarátekning frá Roknskaparfelagnum tryggjar tú tær eitt høgt fakligt støði.

Office Work

BÓKHALD

Vit hava drúgvar royndir við at umsita bókhald fyri feløg í nærum øllum vinnugreinum.

  • Dagligt bókhald

  • Avstemma debitorar og kreditorar

  • Avstemma og avgreiða MVG

  • Ráðgeving til dagliga raksturin hjá felagnum


Við eini avtalu um bókhald, tryggja vit eitt høgt fakligt støði í bókhaldinum og at felagið heldur ásettar reglur og vegleiðingar til bókhald.

Men with Calculator

SKATTARÁÐGEVING

Vit veita ráðgeving innan skatt bæði til virkir og privat.

  • Ráðgeving í skattligum avleiðingum av keyp og sølu av bygningum, feløgum, virðisbrøvum, umskipan, ættarliðsskifti v.m.

  • Ráðgeving av persónum við skattskyldugu inntøkunum tá tey arbeiða uttanlanda


Vit viðgerða skattligar avleiðingar av fríum ágóðum og hava holla vitan um persónsskatt í Føroyum.

Vit veita eisini serliga ráðgeving í samband við stovnan av feløgum, rakstrar-, fíggjar og peningastreymsætlanir, leiðslu- og fíggjarráðgeving, keyp og sølu av virksemi og feløgum, uppathald, konkurs og uppgerð av feløgum og virksemi, samanlegging og kloyving av feløgum og aðra vinnuliga ráðgeving og hjálp. 

Roknskaparfelagið hevur eisini drúgvar royndir við at grannskoða og føra bókhald fyri feløg í FAS skipanini. 

 

SAMBAND

Hevur tú spurningar til okkara, ella hevur tú brúk fyri hjálp til bókhald, roknskap, grannskoðan ella aðrar tænastur? Ring 30 94 00 ella fyll út formin niðanfyri og vit venda aftur sum skjótast.

  • Facebook
arrow&v

takk fyri boðini!

 

FÁ OKKARA TÍÐINDABRÆV

Takk fyri tilmelding