Image by Jeremy Bezanger

GULARØTUR TIL ÍVERKSETAR

Ert tú íverkseti og hugsar tú um at stovna egna fyritøku? So hevur tú uttan iva nógv at hugsa um og kanska er skráseting, bókhald, roknskapur og tílíkt ikki ovast á tínum lista?

Niðanfyri finnur tú ofta settar spurningar í sambandi við skráseting, roknskap, bókhald o.a. hjá nýggjum fyrtøkum. Tú ert sjálvandi væl komin at seta teg í samband við okkum.

VÆL EYDNAÐUR ÍVERKSETARADAGUR

17. januar var íverksetaradagur í Hornabø, har vit bjóðaðu íverksetum ókeypis ráðgeving um alt tað mest lívsneyðuga innan roknskap, bókhald, skráseting o.a.

Skriva teg upp til okkara tíðindabræv, og fá beinleiðis boð um næsta íverksetaradag.

 

OSS

Finn svar upp á ofta settar spurningar í sambandi við stovnan, bókhald, grannskoðan og rakstur hjá nýggjum virkjum. Finnur tú ikki svarið her, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum.

HVUSSU SKRÁSETI EG MÍNA NÝGGJU FYRTØKU?

Tú skrásetur títt nýggja felag við at fylla út fráboðanarskjalið til Skráseting Føroya og senda tað inn við tilhoyrandi skjølum. Tú skalt eisini senda inn eitt skrásetingarskjal til Vinnuskránna til TAKS.


Tak niður fráboðanarskjalið her

Tak niður skrásetingarskjalið her

HVAT KOSTAR TAÐ AT SKRÁSETA MÍNA FYRITØKU?

Tað kostar 2.500 kr. at stovna eitt nýtt felag umframt  4‰ av felagskapitalinum. Tað vil siga, at um felagið hevur 25.000 kr. í felagskapitali, er stovningargjaldið til Skráseting Føroya til samans 2.600 kr. Fært tú grannskoðara ella annan ráðgeva at hjálpa við at stovna felagið, kemur teirra kostnaður afturat hesum gjaldinum.

HAVI EG BRÚK FYRI EINI BÓKHALDSSKIPAN TIL MÍTT NÝGGJA VIRKI?

Øll feløg, sum vera stovnað í Føroyum, eru umfatað av bókhaldslógini og har eru fleiri krøv til, hvussu bókhaldið hjá einum felag skal førast. Vit viðmæla, at felagið finnur sær eina bókhaldsskipan, sum lýkur tær ásetingarnar, sum eru í bókhaldslógini.

KANN EG SJÁLV/UR TAKA MÆR AV AT BÓKA SKJØL?

Tað eru ongi krøv til, hvør skal bóka skjølini hjá einum felag og ber tað væl til at gera tað sjálvur. Um ein ikki dugir ella hevur stundir til at bóka sjálvur, ber til at fáa hjálp frá okkum til at leggja lag á ella biða okkum standa fyri bóking.

HAVI EG BRÚK FYRI AT FÁA ROKNSKAPIN GRANNSKOÐAÐAN?

Krav um grannskoðan av ársroknskapinum hjá feløgum veldst um støddina hjá felagnum. Tá ið felagið fer upp um eina ávísa stødd í umsetningi, ognum ella starvsfólki, kann felagið verða álagt at fáa ársroknskapin grannskoðaðan. Undir vanligum umstøðum er tó ikki vanligt, at tað er krav hjá einum íverksetarafelag at fáa ársroknskapin grannskoðaðan. Um tú ivast ber til at seta teg í samband við okkum og fáa svar.

HVØRJAR TÆNASTUR NOYÐIST EG AT KEYPA FRÁ EINUM BÓKHALDSVIRKI ELLA GRANNSKOÐARA?

Tað er ikki neyðugt at keypa nakrar tænastur frá hvørki bókhaldsvirki ella grannskoðara. Vit viðmæla tó, at feløg keypa sær tær neyðugu tænasturnar og ráðgevingina soleiðis at tú sleppur undan at brúka orku uppá bókhald og roknskap og í staðin kanst savna teg um tað, ið tú dugir og tímir best.

HVUSSU SKAL EG GERA VIÐ MVG?

Feløg, sum eru MVG skrásett hjá TAKS, skulu gera upp MVG’ið einaferð hvønn ársfjórðing og lata uppgerðina inn til TAKS umvegis Vinnugluggan. Vanliga verður virksemið hjá felagnum bókað leypandi í einari bókhaldsskipan, og við støði í hesum ber til at gera eina MVG avstemman og uppgerð.

  • 1. kvartal fellur til gjaldingar 10. maj

  • 2. kvartal fellur til gjaldingar 24. august

  • 3. kvartal fellur til gjaldingar 10. november

  • 4. kvartal fellur til gjaldingar 10. februar


Um tú ivast ella hevur spurningar til hetta, so hjálpa vit fegin.

Fanst tú ikki svar upp á tínar spurningar? Ring 30 94 00 ella send okkum ein fyrispurning