Grannskoðari við royndum til Roknskaparfelagið
- Teitur Magnusson
- Oct 8
- 1 min read
Ynskir tú um eina spennandi framtíð í grannskoðan og roknskapi?
Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum grannskoðara, at taka við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum.
Sum grannskoðari fert tú at arbeiða við ársroknskapum, skatti, ráðgeving og grannskoðan hjá føroyskum og altjóða kundum.
Vit vænta av tær:
Tú hevur royndir í grannskoðan og roknskapi
Tú hevur cand. merc. aud. ella líknandi útbúgving
Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum
Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi
Møguleika at byggja víðari uppá eina sterka fakliga útbúgving
Løn eftir avtalu
Umsókn:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. november 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. januar 2026.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo.
Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.
Um okkum:
Vit eru 13 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

