top of page
Search

Lærupláss sum skrivstovunæmingur



Hevur tú miðnámsútbúgving ella verður tú liðugur við miðnám í summar og ynskir at sleppa í skrivstovulæru? So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Roknskaparfelagið søkir eftir einum ungum, dugnaligum og fryntligum starvsfelaga at byrja sum skrivstovunæmingur við sergrein í grannskoðan.


Starvið Arbeiðið fevnir um bókhald, mvg., skatt, skrivstovuhald og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Í lærutíðini skalt tú taka nøkur skeið innan grannskoðarayrkið á Aarhus Business College. Lærutíðin er tvey ár.


Tínir førleikar Kravið er, at tú hevur miðnámsprógv ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.


Vit bjóða Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Tá ið tín skrivstovuútbúgving er liðug, fært tú møguleika at lesa víðari til HD í roknskapi, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum.


Umsókn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2022, og eftir ætlan verður starvið sett 1. september 2022.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, á tlf. 309400 ella við teldubrævi til olaf@roknskap.fo.

Umsóknir skulu sendast til roknskap@roknskap.fo


 

Um okkum Roknskaparfelagið er ein fyritøka í støðugari menning og vøkstri. Í dag starvast 10 fólk dagliga á skrivstovuni og veitir felagið tænastur til eina røð av kundum, sum hava áhugamál bæði í Føroyum og uttanlands.

Okkara endamál er at veita dygdargóðar tænastur innan grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg., skatt, ráðgeving og aðrar tilknýttar uppgávur. Vit leggja stóran dent á fakliga góðsku og tætt samskifti við kundan.


657 views0 comments

Kommentare


Die Kommentarfunktion wurde abgeschaltet.
bottom of page