Skrivstovulærlingur
- gunnar496
- Apr 30
- 1 min read
Ert tú klár/ur at sparka tína yrkisleið í gongd?
Dámar tær tøl, struktur og at hava tamarhald á smálutum? So hevur Roknskaparfelagið eitt spennandi lærupláss til tín!
Vit leita eftir einum nærlagdum og jaligum næmingi, sum hevur miðnámsútbúgving og vil læra alt tað praktiska innan bókhald, skatt, MVG og skrivstovuarbeiði. Í lærutíðini fert tú eisini á skeið á Aarhus Business College fyri at styrkja tínar førleikar.
Vit vænta av tær:
Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góðan arbeiðshug
Tú hevur skil fyri tølum og dámar at arbeiða við ymiskum uppgávum
Vit bjóða tær:
Lærupláss á einum arbeiðsplássi, har trivnaður og menning eru í hásæti
Stóran møguleika at halda fram í starvi og taka víðari útbúgving
Løn eftir avtalu
Umsókn:Send okkum tína umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025.
Tú kanst seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo, um tú hevur spurningar.
Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.
Um okkum:Roknskaparfelagið er eitt arbeiðspláss í vøkstri við 13 dugnaligum starvsfólkum. Vit arbeiða við grannskoðan, bókhaldi, roknskapi, skattaviðurskiftum og ráðgeving fyri kundar bæði í Føroyum og uttanlands.
